Enn ein Seriu A-leikari dopaður

Blóðprøvar av Caglioni vísa, at kroppurin inniheldur kokain, ið kemur undir doping. Hetta kunngjørdi italienska fótbóltssambandið, CONI, í dag. Blóðroyndin er frá 11. februar, har lið hansara leikti ímóti Catania.

 

Caglioni er sostatt triðji dopingfeldi italienarin í ár, eftir at Marco Borriello hjá AC Milan og Francesco Flachi hjá Sampdoria fyrr í ár eru tiknir. Caglioni kann samanborið við aðrar dopingavleiðingar vænta sær upp til tvey ára leikbann.