Ársins útgáva av Champions League hevur longu givið fleiri óvæntað úrslit. Mest óvæntað yvir høvur var kanska, at cypriska Anorthosis Famagusta yvir høvur var við í kappingini, men við fýra stigum fyri fyrstu tveir dystirnar hava teir tipt flestu skeptisku røddirnar.
Hesa ferð var talan um 3-1 sigur á grikska Panathinaikos. Bondini millum Grikkaland og Cypros eru meira enn bara vanliga sterk, og tí er einki at siga til, at fagnaðurin bæði á og uttan fyri vøllin var ovurhonds stórur í kvøld.
Aðra staðni gjørdist Barcelona næstan offur fyri eini aðrari sensatión, tá teir vóru aftan fyri 1-0 í dystinum móti Shakhtar, men við tveimum málum í evstu løtu megnaði Lionel Messi tó at koppa øllum á høvdið.
Og óvæntað var tað eisini, at Chelsea bert fekk málleysan javnleik við sær úr Rumenia, tá teir vitjaðu Cluj.
Úrslitini í kvøld
Cluj-Chelsea 0-0
Bordeaux-Roma 1-3
Anorthosis-Panathinaikos 3-1
Inter-Werder Bremen 1-1
Sporting-Basel 2-0
Shakhtar-Barcelona 1-2
Liverpool-PSV 3-1
Atletico M-Marseilla 2-1