Barna- og ungdómspsykiatriska toymið á psykiatriska deplinum hevur gjørt av at gerast ein partur av verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu hjá Fólkaheilsuráðnum.
Fólkaheilsuráðið fegnast um nýggja samstarvið.
- Barna- og ungdómspsykiatriska toymið er dagliga í sambandi við børn og ung kring alt Føroyar. Hetta ger, at tey uttan iva verða ein virðismikil samstarvsfelagi, ið kann verða við til at menna verkætlanina soleiðis, at vit saman kunnu røkka enn fleiri í Føroyum.
Barna- og ungdómspsykiatriska tomyið sigur í tíðindaskrivi:
- Barna- og ungdómspsykiatriska toymið vil verða við til, at øll børn og ung í Føroyum trívast og sleppa at vera tann ein er, óansæð. Tað átti at verða líka lætt at sagt: "Eg havi ótta, sum: Eg havi astma. Hóast eg havi ótta eri eg virkin, hugbundin og eri saman við øðrum børnum og ungum".
ABC hópurin fevnir nú um 19 samstarvsfelagar, ið umboða kommunur, feløg, stovnar og felagsskapir kring landið. Í komandi viku hittast allir samstarvsfelagarnir á sætta ABC fundi fyri at fáa gjølla kunning, undirvísing og møguleikan fyri at kjakast og hugleiða.
ABC fyri sálarliga heilsu er ein verkætlan, sum við boðskapinum; ver virkin, ver saman og ver hugbundin, vil vísa á, hvussu einfalt tað kann vera at styrkja sálarligu heilsuna.