Landsverkfrøðingurin ger eina rundkoyrin á vegamótinum Vegnum Langa og Hvítanesvegnum. Hetta fyri at tálma ferðsluni á staðnum, verður sagt í tíðindaskrivi, Landsverkfrøðingsstovnurin sendi út um dagarnar.
Ferðslan er rættiliga nógv á hesum vegastrekkinum. Sambært landsverkfrøðinginum koyra umleið 7.500 bilar dagliga her.
Endamálið við hesari rundkoyringini er at skapa tryggari ferðslu fyri bæði gongugfólk og bilar, verður sagt í tíðindaskrivinum. Eitt stig í hesum sambandi er at gera gonguteig um Hvítanesvegin.
Tað hevur leingi verið arbeitt við at bøta um trygdina á júst hesum vegastrekkinum, sigur landsverkfrøðingurin. Ikki minst tí foreldur á Hvítanesi hava strongt á at fáa gjørt nakað við trygdina her, ið nógv børn ferðast á veg í og úr skúla.
Ætlanin við rundkoyringini er at fáa bilførarar at seta ferðina niður, tá teir koma til rundkoyringina. Soleiðis verður eisini lættari hjá teimum, sum koyra, at varnast gongufók á vegnum, heldur landsverkfrøðingurin.
Avtalað er við Tórshavnar Kommunu at gera eina gongugøtu fram við vegnum millum Hvítanes og rundkoyringina. Hesa skal Tórshavnar Kommuna gera.
Tað er s/pf Karl Patursson, sum undir eftirliti av landsverkfrøðinginum ger arbeiðið, sum mett verðar at fara at kosta tvær milliónir krónur. Arbeiðið byrjaði í november ov verður eftir ætlan liðugt í mei næsta ár.
Hendan rundkoyringin verður tann fimta í røðini av rundkoyringum á landsvegunum. Hinar eru í Runavík, Kollafirði, oman fyri Norðskála og við Skipaneskrossin undir Gøtueiði.