Fyri stuttum varð ein rumenskur álopsleikari limaður inn í leikarahópin hjá HB, og í næstum kemur ein landsmaður hansara til landið.
Talan er um ein 24 ára gamlan verjuleikara, sum frammanundan hevur leikt við Univers Craiova, sum er við í fremstu rumensku fótbóltsrøðini.
HB hevur sum kunnugt mist nógv fólk í mun til seinasta kappingarár, og millum annað man saknurin í Hans Fróða Hansen vera sera stórur. Við nýggja leikarunum vónar HB, at stykja munandi um verjupartin.