Enn ein Roma sigur

AS Roma var í dag á vitjan hjá Parma. Við liðskiparinum og ímyndini av Roma, Francesco Totti, á odda, vann Roma 2-1 á Parma.

 

Francesco Totti legði Roma á odda longu eftir fimm minuttir uppá brotsspark. Eitt korter fyri tíð økti Rodrigo Taddei til 2-0. Parma minkaði um munin stutt eftir, men hóast tað gjørdist heit ímóti endanum, so megnaði Roma at halda út.

 

Sigur merkir, at Roma fyribils liggur á odda í Seria A við 74 stigum, meðan Inter liggur á øðrum plássi við 73 stigum. Inter og Jose Mourinho hava tó spælt ein dyst færri. Teir vitja í annaðkvøld Lazio, ið deilir heimavøll við grannarnar og arvafíggindarnar Roma.