Enn ein rockstjørna farin foldum frá

Greg Lake frá Emerson, Lake & Palmer, er deyður.

Ein av undangongumonnunum innan rocktonleik, Greg Lake, er deyður. Hann doyði av krabba, sigur managari hansara.

 

Lake var ein av limunum í stóra bólkinum frá sjeytiárunum, Emerson Lake & Palmer, har hann sang og leikti bass. Bólkurin seldi í síni tíð 50 milliónir eintøk av sínum útgávum.

 

Tað eru 9 mánaðar síðani, at ljómborðsleikarin í bólkinum, Keith Emerson, valdi at beina fyri sær.

 

Emerson, Lake & Palmer royndi at koma aftur í aftur, men hetta eydnaðist ongantíð av álvara, men Lake megnaði at hava eina virðismetta yrkisleið á egnum beinum, umframt at hann eisini var við eitt skifti í Ringo Starr All Starr Band.