Enn ein ráðharri hjá Boris Johnson stingur í sekkin

Tilsamans tíggju floksfelagar hjá Boris Johnson eru rýmdir síðani týsdagin.

 

 

Will Quince er ikki longur barna- og familjuráðharri í Bretlandi. (Arkivfoto). - Foto: Pool/Reuters

Bretski barna- og familjuráðharrin Will Quince hevur lagt frá sær sum ráðharri.

Tað upplýsir hann sjálvur á Twitter í morgun.

Quince ger harvið sum tveir aðrir av fremstu ráðharrunum hjá Boris Johnson, sum í gjár valdu at leggja størvini frá sær. Tað var sum mótmæli ímóti forsætisráðharranum.

Í einum brævi til Boris Johnseon, sum tann nú fyrrverandi ráðharrin hevur almannakunngjørt á Twitter, skrivar hann millum annað, at hann leggur frá sær, tí at Boris Johnson hevur givið óneyvar upplýsingar til miðlarnar. 

– Takk fyri, at vit hittust í gjárkvøldið, og orsaka fyri boðini, sum komu út í miðlarnar mánadagin, sum vit nú vita, ikki vóru sannir, skrivar hann.

– Tað er við stórari sorg og harmi, at eg kenni, at eg ikki havi annað val enn at fara frá sum barna- og familjumálaráðharri, skrivar hann.

Tilsamans hava tíggju konservativir tinglimir, teirra millum tríggir ráðharrar, sagt størv síni frá sær vegna vantandi álit á forsætisráðharran.

Boris Johnson hevur higartil víst vilja at verða sitandi í embætinum. Millum annað hevur hann longu tilnevnt nýggjan fíggjarmálaráðharra, eftir at hann legði frá sær í gjár.

Skinklandi stuðulin hjá forsætisráðharranum kemur av álvara fram í ljósið, tá Boris Johnson á middegi skal í spurnartíma.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Will Quince er ikki longur barna- og familjuráðharri í Bretlandi. (Arkivfoto). - Foto: Pool/Reuters