So er nýggja røðin av Forbrydelsen um at vera klár, og bert seinasti parturin vantar nú í at verða tikin upp. Men stjørnutroyggjan verður ikki við hesuferð. Leikluturin, Sarah Lund, gjørdi sonevndu stjørnutroyggjuna hjá Guðrun & Guðrun kenda í Danmark, tí hon var í eini slíkari troyggju í hvørjum einasta parti. Og tað skapti ans í Danmark.
Men nú orkar Sofie Gråbøl, sum hevur høvuðsleiklutin sum løgreglukvinnan Sarah Lund, ikki at tosa um stjørnutroyggjuna longur.
- Nei, nú vil eg ikki tosa meiri um hasa troyggjuna. Altso, hetta er ein nýggj sendirøð, so tit fáa ikki tað somu troyggjuna at síggja, slær 41 ára gamla sjónleikarinnan fast. Hon viðgongur tó, at Sarah Lund ikki hevur skift stíl, og hon fer til dømis aldri at vísa seg í eini spadseridrakt.
Tá røðin gekk fyri tveimum árum síðani, vistu leikararnir ikki hvussu røðin fór at enda, og tað sama er galdandi nú. Sofie Gråbøl sigur við Ekstra Blaðið, at hon mangan hevur hugsað um at bróta inn hjá leikrithøvundanum ?ella at drekka hann fullan, fyri at fáa svarið uppá, hvussu tað endar.
Men eisini hon má bíða, inntil seinasti parturin er innspældur.
Fyrsti parturin verður at síggja á DR 27. september, og tað eru 10 partar í alt.










