Enn ein dystur í Premier League er útsettur orsaka av Korona.
Í morgin klokkan 12 skuldu Burnley og Fulham av røttum spælt á heimavøllinum hjá Burnley, men tað verður av ongum.
Orsøkin er, at fleiri spælarar hjá Fulham hava fingið staðfest Korona. Hetta skriva bæði Fulham og Burnley á sínum heimasíðum.
Fulham skuldi av røttum hava eina fyrireikandi venjing fyrrapartin í dag, men tann venjingin bleiv avlýst orsaka av, at fleiri spælarar hava fingið staðfest Korona.
Útsettu dystirnir í Premier League byrja at hópa seg upp, og ynski hava verið frammi, at Premier League tekur ein Korona-steðg í nakrar vikur, men tað er stór ósemja um hetta millum ymisku høvuðsvenjararnar í Premier League feløgunum.











