Amerikanska filmakademiið hevur broytt eina avgerð um Oscar-handanina, sum ger, at tónleikurin úr Batman-filminum ?The Dark Knight? nú hevur ein møguleika í Oscar-kappingini.
Í november mánaði avgjørdi akademii at útilukka tónleikin til nýggja Batman filmin hjá Christopher Nolan, tí ov nógvir komponistar eftir teirra tykki vóru partur av verkætlanini ? vanliga eru bert ein ella tveir. Avgerðin varð revurderað á einum fundi hjá akademinum og avgerðin varð at enda, at Hans Zimmer og James Newton Howard kunnu vera partur av Oscar-kappingini sum høvuðskomponistar til tónleikin.
Teir báðir filmkomponistarnir eru nú millum favorittarnar til at vinna prísin. Zimmer hevur longu ein Oscar við hús, meðan Newton hevur verið nomineraður heili sjey ferðir ? seinast fyri filmin ?Michael Clayton?.











