Norska stjórnin hevur gjørt av at brúka 20 milliardir norskar krónur til at tálma avleiðingunum av fíggjarkreppuni Kristin Halvorsen, fíggjarmálaráðharri, sigur við norsku fjølmiðlarnar, at endamálið við pakkanum er at forða fyri arbeiðsloysi. Sambært henni er talan um tað munabesta tiltakið, sum er sett í verk í Noregi tey seinasdtu 30 árini.
Stjórnin hevur gjørt av at lata góðar 16 milliardir krónur til ymisk tiltøk, og góðar tríggjar milliardir skulu brúkast til ymisk skattatiltøk, ið skulu hjálpa vinnufyritøkum.
Herumframt fáa kommunurnar góðar seks milliardir krónur, og knappar fýra milliardir eyka skulu brúkast til samferðsluna.









