Enn ein norsk steypafinala til Rúna

Føroya fremsti flogbóltsspælari, Rúni Weihe, skal aftur í ár royna seg í norsku finaluni við liði sínum Tromsø BK.

Aftur í ár ger Rúni Weihe og lið hansara Tromsø BK vart við seg í fremstu røð í norskum flogbólti. Í fjør vann liðið norsku greipuna, og nú hava teir tikið fyrsta stigið á leiðini móti at endurtaka bragdið aftur í ár.

Vunnu sannførandi í hálvfinaluni
Seinnu hálvfinalurnar í norsku landskappingini vóru leiktar um vikuskiftið, og mótstøðuliðið hjá Tromsø var Randaberg.
Fyrra hálvfinalan var leikt herfyri, og tá vann Tromsø á útivølli 3-0, og útgangsstøðiði var tí gott undan seinnu hálvfinaluni. Á heimavølli var heldur eingin slingur í valsinum, og Tromsø BK vann enn einaferð 3-0.
Sostatt hevur havnarmaðurin góðan møguleika fyri at gerast norskur flogbóltsmeistari annað árið á rað, og tað hevði verið eitt satt bragd.