Enn ein norðmaður til 07 Vestur

Martin Heiberg er annar norðmaðurin, sum 07 Vestur hevur kunngjørt síðstu vikuna.

07 Vestur heldur fram við at brynja seg til nýggja ævintýrið í bestu deildini, og í kvøld kunnger felagið, at sáttmáli er gjørdur við enn ein útlendskan leikara.

Talan er um norska miðvallaran, Martin Heiberg. Hann er 24 ára gamal og kemur úr felagnum Raufoss í næstbestu norsku deildini.

- Martin hevði týðandi leiklut í uppflyting teirra í fjør, og fer at vera okkum góður styrkur komandi kappingarárið, skrivar 07vestur.fo.

Fyri lítlari viku síðani kunngjørdi 07 Vestur eisini norska áleyparan, Erik Myklebust, sum síðstu tvey árini hevur skotið 36 mál í 45 dystum fyri Vard Haugesund í triðbestu norsku deildini.

07 Vestur hevur eisini fingið tilgongd av eitt nú Silasi Eyðsteinssyni, Heina Mortensen og Dánial Paula Lervig.