Fremad Amager kundi í gjár boða frá, at felagið hjevur gjørt avtalu við 22 ára gamla Thomas Høegh, sum annars hevur spælt í B93.
Høegh spælir vanliga á miðvøllinum, men hann kann eisini nýtast á øðrum plássum.
- Vit halda, at hann hevur stórar møguleikar. B93 hevur gjørt eitt sera gott arbeiði við at menna spælaran, og tað er okkara vón, at hann mennist enn meira hjá okkum, sigur Michael Madsen, sum er ítróttarstjóri hjá Fremad Amager.










