Í heyst verður møguligt at taka bachelorútbúgving í maskinfrøði, ið kann byggjast oman á verandi maskinmeistaraútbúgving.
Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlin hava í felag lagt útbúgvingina til rættis, og Hanna Jensen, landsstýriskvinna í útbúgvingar- og granskingarmálum, hevur nú góðkent útbúgvingarprofilin, so maskinfrøði kann verða boðin út á Fróðskaparsetrinum.
Nýggja útbúgvingin er skipað í samsvari við Bologna-leistin.
Samstarv við Danmarks Tekniske Universitet
Í fyrireikingararbeiðinum hava Fróðskaparsetrið og Vinnuháskúlin millum annað samskift við DTU um innihaldið og um framhaldsmøguleikar eftir lokið prógv í maskinfrøði. Í fyrstu atløgu verður samstarv við DTU, sum er eitt sterkt universitet innan verkfrøði.
Tey trý Hanna Jensen, landsstýriskvinna, Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Setrinum, og Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, greiða soleiðis frá:
- Tað hevur verið ein tørvur á eini slíkari skipan, ið ger tað smidligari hjá maskinmeistarum at fara undir víðari lesnað. Higartil hevur tað ikki borið til, tí maskinmeistaraútbúgvingin er ikki ein bachelorútbúgving. Men við nýggju útbúgvingini, sum tekur 1 ár og 3 mánaðir, kunnu maskinmeistarar taka bachelorprógv í maskinfrøði og síðani halda fram á einum yvirbygnaði á kandidatstøði á DTU.
Átøðiligi parturin styrktur
Við nýggju útbúgvingini verður ástøðiligi parturin hjá maskinmeistarum styrktur, og tað gevur teimum eina munandi skjótari atgongd til kandidatútbúgvingar enn higartil.
Bachelorútbúgvingin í maskinfrøði kann vera lisin bæði parttíð og fulla tíð á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.
Ætlanin er at skipa ein samlestur við orkuverkfrøðiútbúgvingina, sum hevur upptøku annað hvørt ár. Henda útbúgvingin byrjar aftur nú í heyst, og tí verður strongt á, soleiðis, at útbúgvingin í maskinfrøði kann byrja longu í heyst.