Formaðurin í sosialistiska Pasok-flokkinum í Grikkalandi, Evangelos Venizelos, er givin við royndini at skipa eina stjórn.
Venizelos hevði sett sær fyri at skipa eina breiða samgongustjórn. Í morgun hitti hann formannin í tí konservativa flokkinum Nýtt Demokrati, og okkurt bendi á, at teir kundu semjast. Men teir báðir flokkarnir hava ikki meiriluta og skulu tí hava stuðul frá minst einum flokki afturat. Ta royndina gjørdi Venizelos seinnapartin, men aftaná kunngjørdi hann, at hann gavst.
Evangelos Venizelos er tann triði floksformaðurin, sum hevur roynt at skipa eina stjórn síðani valið, og nú hann eisini er givin, bendir alt á, at grikkar skulu í valhølini eina ferð afturat.










