Enn ein miðverji til Liverpool

Fyrst kom Steven Caulker, og nú ljóðar at enn ein miðverji er á veg til felagið

Mynd: (Polfoto) Joel Matip setur høvdið á bóltin

Í vikuni leigaði Liverpool heldur óvæntað Steven Caulker frá Queens Park Rangers. Nú ljóðar, at Jurgen Klopp hevur verið í Týsklandi og funnið enn ein miðverja.

Les eisini: Liverpool leigar miðverja

Talan er um 24 ára gamal Joel Matip, sum er føddur og uppvaksin í Týsklandi, men umboðar Kamerun í landsliðsfótbólti. Hann er sáttmálaleysur í summar, og fleiri bretskir miðlar skriva, at Liverpool hevur tryggjað sær miðverjan til komandi kappingarár. Eisin verður Liverpool sett í samband við svenska Emil Frosberg, sum spælir við RB Leipzig.

Liverpool spælir í kvøld móti Arsenal í Premier League.