Enn ein Michelinstjørna til Keypmannahavn

Í dag fekk matstovan AOC í danska høvuðsstaðnum eina sonevnda Michelinstjørnu. Harvið telur Keypmannahavn ikki færri enn 12 matstovur við Michelinstjørnum, og so nógv hevur eingin annar norðurlendskur býur.

Tíggju aðrar matstovur í Keypmannahavn hava eina Michelinstjørnu. Hesar eru Herman, Kong Hans, Søllerød Kro, Formel B, The Paul, MR, Kokkeriet, Kiin Kiin, Era Ora og Paustian.

Sum tann einasta matstovan í Danmark varðveitir Noma á Norðuratlantsbryggjuni tvær Michelinstjørnur.

Stjørnurnar frá Michelin verða kunngjørdar í Michelin Guiden, sum hvørt ár setir navn á heimsins bestu matstovur við at geva teimum eina, tvær ella tríggjar stjørnur.