Fyrst í hesum mánaðinum gjørdist tað greitt, at nýggi málverjin, ið væntandi skal verja málið hjá EB/Streymi í Effodeildini í komandi kappingarári, verður Trygvi Askham, sum er komin úr B36. Hann verður tó ikki einasti nýggi málmaðurin, sum verður at síggja í sundalagnum í 2017, tí at í kvøld kunnger EB/Streymur, at enn ein málmaður er komin til felagið. Talan er um 18 ára gamla Róa Zachariasen, sum er komin úr AB.
Rói Zachariasen er uppvaksin á Argjum og í AB, men eisini hevur hann familjubond í sundalagnum, har hann spældi eina barndómsárið við EB/Streym. Málverjin hevur spælt 9 dystir í 1. deild fyri næstbesta liðið hjá AB, og eisini kom hann inn í nakrar heilt fáar minuttir hjá AB í dysti ímóti KÍ Í Klaksvík, tá ið hann bert var 16 ára gamal í 2014. Annars hevur Rói Zachariasen fyrst og fremst spælt á U18-liðnum hjá AB seinastu árini.
Sáttmálin ímillum EB/Streym og Róa Zachariasen er galdandi fyri 2017 og 2018. Væntandi verður hann eykamaður hjá Trygva Askham í fyrstu syftu.
Fyri argjamenn merkir skiftið hjá unga argjamanninum helst, at felagið skal finna ein nýggjan málmann afturat, tí at báðir eykamálverjarnir í farna kappingarári, Jákup Højgaard (B36) og Rói Zachariasen hava funnið sær nýggj feløg. Sostatt er Heðin Stenberg einasti veruligi málverjin í AB sum nú er.
EB/Streymur kunnger eisini í kvøld, at miðvallarin, Brian Olsen, og ein annar málverji í felagnum, Símun Jóhan Wolles, hava longt um sáttmálar sínar.









