Eftir ein landsliðssteðg, er Champions League fótbóltur aftur á skránni í kvøld.
Bólkaspælið í Champions hevur av álvara formað seg tey seinastu umførini, og nú resta einans tvey umfør áðrenn at bólkaspælið verður liðugt spælt.
Eitt av feløgunum, ið fekk eina ræðuliga byrjan í Champions League bólkaspælinum, men sum tó hevur eina vón um at koma víðari, er enska felagið, Arsenal.
Arsenal skal í kvøld spæla á heimavølli móti Dinamo Zagreb, sum felagið annars tapti útidystin ímóti fyrr í ár. Vinnur Arsenal í kvøld, samstundis sum Bayern Munchen vinnur heimadystin móti Olympiakos, møtast Olympiakos og Arsenal í einari veruligari finalu í Grikkalandi, tá seinasti dysturin í bólkaspælinum í Champions League verður leiktur um góðar tvær vikur.
Eisini Barcelona spælir í kvøld eina stóra og spennandi uppgerð. Teir spæla á heimavølli móti italska felagnum, AS Roma, sum er trýst til at fáa stig við sær úr Barcelona í kvøld. Sum støðan er í løtuni, hevur Barcelona mestsum spælt seg beinleiðis víðari í bólkaspælinum, meðan øll hini trý feløgini liggja lið um lið, har øll hava góðan møguleika fyri at koma víðari úr bólkinum.
Dystirnir í Champions League í kvøld eru annars hesir:
Bólkur E:
Bate Borisov – Bayer Leverkusen (byrjaði klokkan 17:00 - Vístur á Tv3Sport1)
Barcelona – AS Roma (Vístur á Tv3+)
Bólkur F:
Arsenal – Dinamo Zagreb (Vístur á Tv3Sport1)
Bayern Munchen – Olympiakos
Bólkur G:
FC Porto – Dinamo Kiev
Maccabi Tel Aviv – Chelsea (Vístur á Tv3Sport2)
Bólkur H:
Zenit Skt. Pætursborg – Valencia (byrjaði klokkan 17:15 - Vístur á Tv3Sport2)
Lyon - Gent