Enn ein lokaluppgerð til KÍF


 

Hondbóltur, menn

H71-KÍF 24-34 (13-14)


Kollfirðingar hava gjørt tað til ein vana, at fáa góð úrslit í mongu lokaluppgerðunum, sum nú eru í Havn, og leygardagin fingu teir so aftur tvey stig.

Eftir ein javnan fyrra hálvleik, sum í stóran mun var merktur av rótutum spæli, fingu kollfirðingar betri fatur á í seinna hálvleiki, og eftir at teir vunnu seg nøkur mál frá hoyvíkingunum, var sigurin ongantíð í vanda