Syðrugøta: Í langa tíð hava tær tónlistarligu og tøkniligu fyrireikingarnar til G!-festivalin staðið ovarlaga á breddanum hjá einum hópi av fólkum.
Hetta arbeiðið hevur í høvuðsheitum verið í samband við sjálvt tiltakið. Men á øðrum økjum - rundan um tiltakið - er eisini neyðugt við fyrireikingum, um eitt tað skal eydnast til fulnar.
Ein partur av hesum arbeiðinum er at syrgja fyri, at eitt so fundamentalt ting sum telefonsambandið er í lagi. Og tað var hetta arbeiðið sum menn hjá Føroya Tele vóru í ferð við tíðliga í summar.
Ein góðan dag seinast í mai mánaði, tá vit komu koyrandi framvið Syðrugøtu, vóru teir í ferð við at syrgja fyri at hesin samskiftisparturin av tí stóra festivalinum var í lagi.
Teir báðir, Eilif Debes av Oyri og starvsfelagi hansara Bárður úr Havn, vóru henda dagin í telefonhúsinum í Syðrugøtu í hesum ørindum. Út frá arbeiði teirra kundu teir stutt eftir staðfesta, at linjan til bygdina var í lagi, tí tóni var í. Síðani var bert eftir at fara til kundan at vita, um tónin eisini var har.
Hetta var ikki júst tann seinasti, men ein av teim seinastu arbeiðsdøgunum hjá Eilifi. Fyrr í summar gavst hann nevniliga hjá Føroya Tele, eftir at hava starvast har í samfull 33 ár.
- Hetta hava verið 33 góð ár, leggur hann dent á.