Enn ein leiting í Grønlandi

Gjáramorgunin skuldu tveir menn sigla fra býnum Aasiat í Vesturgrønlandi suður til bygdina Kangaatsiaq í einum lítlum báti Menninir komu tó ikki fram og einki hoyrdist til teirra. Mjørki var á leiðini, og tí var hildið, at teir kanska vóru vilstir í mjørkanum.

Fólk sigldu út at leita eftir horvna bátinum, og seinni um kvøldid varð báturin funnin vid stórum skaða og holi í skrokkinum. Einki sást til menninar á leiðini. Líkt er til, at báturin hevur siglt á eitt sker ella okkurt annað, sum kann hava flotið í sjónum.

Fleiri bátar umfram politibáturin SISAK hava síðani hóskvøldið leitað í økinum, har báturin varð funnin. Einki hevur verið at sæð til menninar, og sum frá líður, eru vónirnar ikki so góðar at finna menninar á lívi, sigur Kristian Dahl, løgreglumaður í Nuuk.