Liverpool hevur eftir øllum at døma stórar ætlanir til komandi kappingarár. Fyrst keyptu teir Fernando Torres, og nú hava teir ognað sær enn ein áleypara.
Talan er um hollendsa Ryan Babel, sum kemur til felagið frá heimlandsfelagnum Ajax Amsterdam. Hann hevur skrivað undir ein fimm ára sáttmála, og hevur kostað Liverpool 125 mió. kr.
Babel hevur leikt 14 dystir fyri hollendska landsliðið, og hevur skorað 4 mál.