Enn ein leiðari í SF fer frá

Sosialistiski Fólkaflokkurin í Danmark skal ikki bara hava nýggjan formann. Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at fólkatingsbólkurin hjá flokkinum skal eisini hava nýggjan formann, tí Pernille Vigsø Bagge (myndin) vil ikki vera formaður har longur.

-Nú Villy gevst sum formaður, haldi eg tað vera rætt, at tann nýggi formaðurin fær møguleikan at manna sítt egna lið, segði Pernille Vigsø Bagge við DR í gjárkvøldið. Hon legði afturat, at hon var komin saman við Villy í 2005, og at hon hevði gjørt av at fylgja honum, nú hann fer frá.

Pernille Vigsø Bagge stillar ikki upp, tá val verður til Fólkatngið aftur, men hon verður verandi í tinginum valskeiðið út.