Enn ein Lakju-maður til KÍ

Bárður á Lakjuni fer komandi kappingarárið at royna seg í bestu deildini

Fótbóltur


Eftir tvey ? eftir egnum mátistokki ? lak kappingarár er nú líkt til, at klaksvíkingar veruliga ætla sær at gera seg galdandi í fótbóltsoddinum í summar.

Síðani tað varð almannakunngjørt, at Kurt Mørkøre verður nýggjur venjari hjá KÍ, eru alsamt fleiri leikarasáttmálar fingnir í rættlag. Fleiri av verandi leikarunum gjørdu av, at teir eisini komandi árið verða í Klaksvík, og lagið mundi ikki gerast verri av, at tað eisini eydnaðist at fáa Heðin á Lakjuni heimaftur, eftir at hann í fjør hjálpti B36 at vinna fyrstu greipuna í felagssøguni.

Sunnuadagin boðaði felagið so umvegis heimasíðuna, www.ki-klaksvik.fo, frá, at systkinabarnið hjá Heðini, Bárður á Lakjuni, hevur gjørt sáttmála við KÍ.

Bregðir ikki úr ætt
Bárður, sum annars er leirvíkingur, hevur seinnu árini verið partur av liðnum hjá ÍF, og í fjør var hann ein av berandi kreftunum hjá liðnum, sum tó gjørdist akkurát ov stutt til at tryggja sær uppflyting til bestu deildina.

Hóast honum enn restar royndir í bestu føroysku fótbóltsdeildini, so er lítið at ivast í, at Bárður hevur evnini til at gerast ein veruligur styrkur á liðnum hjá KÍ, og í øllum førum lýgur navnið ikki, tá tað ræður um bóltførleikan.

Enn ber ikki til at siga, hvørt hetta er seinasti brikkurin í putlispælinum, men undir øllum umstøðum tykist longu greitt, at klaksvíkingar verða ein væl størri biti fyri mótstøðuliðini komandi kappingarárið, enn teir hava verið tey bæði undanfarnu.