Enn ein koppseting til pinkubørn

Nú kemur enn ein koppseting inn í almennu barnakoppingarskránna. Øll pinkubørn, fødd eftir 30. juni 2008, fáa nú ókeypis koppseting móti pneumokok sjúku, sum kann hava við sær eina røð av infektiónum, so sum millumoyrnabruna, hjáholubruna, lungnabruna ella í ringasta føri meningitis. Pneumokokksjúku kann geva varandi mein ella deyða. Kommunulæknin koppsetir børnini tríggjar ferðir, tá tey eru 3, 5 og 12 mánaðir gomul, sigur Heilsumálaráðið.