Enn ein Kim konsert

At Kim Larsen er ein væl dámdur harri í Føroyum skerst ikki burtur, higartil hevur Norðurlandashúsið selt tvær konsertir við danska sangaranum, báðu ferð eftir fáar tímar. Nú verður roynt aftur við eini triðju og seinastu Kim Larsen konsert.

 

Hóskvøldið visti portal.fo og planet.fo at siga frá, at Kim Larsen & Kjukken koma til Føroya at hava konsert mikudagin 21. november, og eftir bert fáum tímum vóru øll 800 atgongumerkini seld.

 

Um miðdagsleitið ígjár vistu vit, at siga at gjørt var av at hava eina eyka konsert í Norðurlandahúsinum dagin eftir upprunaligu konsertina. Eisini henda konsert varð útseld beinanvegin. Sostatt hava higartil 1.600 fólk tryggjað sær atgongd til Kim Larsen. Í samráð við sangaran hevur Norðurlandahúsið nú fingið í lag enn eina konsert, hon verður hildin týskvøldið 20. november kl. 19.30. Niels Halm stjóri í Norðurlandahúsinum er sera glaður um stóra áhugan, men sigur, at hetta tíanverri eisini verður seinasta eykakonsertin, ið til ber at hava við Kim Larsen á hesum sinni.

Atgongumerki eru nú aftur at fáa í Norðurlandahúsinum ella á heimasíðu húsins www.nlh.fo