Enn ein kamuflerað hækking

Hækkingin í bilatryggingini er eisini ein trupulleiki hjá bilhandlarunum - tí verri verður at fíggja bilarnar

? Tað at Tryggingarfelagið aftur hækkar tryggingina er sjálvandi ein trupulleiki fyri bilhandlararnar. At tað verður so nógv dýrari at skrokktryggja gamlar bilar merkir, at fólk ikki fara at tryggja bilarnar, og tí fara teir eisini at lækka í virði.

Hetta sigur Johan Petersen, sum er nevndarformaður hjá P/F Brøður Petersen, sum selir Volobilar. Johan Petersen er eisini formaður í felagnum Tryggingarbati, sum varð stovnað fyri nøkrum árum síðani við tí endamálið, at tryggja tryggingartakarum sømulig rættindi mótvegis Tryggingarsambandinum.

Johan Petersen kallar broytingina enn eina fjalda hækking í tryggingarprísinum, og vísir hann á, at Tryggingin fleiri ferðir áður hevur hækkað prísirnar - hóast teir ikki hava havt grundarlag fyri tí. Hann sigur, at síðani eru bæði umvælingarnar vorðnar bíligar eins og bilarnir eru vorðnir bíligari.

Johan Petersen sigur, at í dag er ikki so stórt virksemi í Tryggingarbata, tí teir rukku endamálinum, sum felagið varð stovnað uppá - at fólk nú kunnu kæra tryggingarmál uttan at noyðast í rættin. Nú kunnu fólk kæra til donsku tryggingarkærunevndina, og tað heldur hann vera eitt framstig, hóast best var við føroyskum kærustovni.

Johan Petersen sigur, at nevndin í Tryggingarbata hevur valt at halda fram við arbeiðinum, sum nú mest er at eygleiða og gera viðmerkingar - eins og at hjálpa limum í trupulleikum.

Johan Petersen heldur tað vera spell, at tað skal verða dýrari at tryggja gamlar bilar, tí teir framman undan eru alt ov dýrir at tryggja. Avleiðingarnar verða, at verri verður hjá fólki at fíggja hesar bilar og at teir tískil fella í virði