Svendborg, sum hevur gomlu føroysku landsliðskempuna, Julian Johnsson sum høvuðsvenjara fekk enn ein javnleik í donsku 2. deild Vestur í dag.
Svendborg vitjaði Marienlyst á útivølli, og endaði dysturin, sum ímóti Middelfart 2. páskadag, nevnliga við javnleiki 1-1.
Marienlyst legði seg á odda í 36. minutti, meðan Bakary Bojang javnaði fyri Svendborg í 53. minutti.
Svendborg liggur sum nummar 10 av teimum 16 liðunum í 2. deild Vestur við 26 stigum.










