Enn ein hondbóltssøgn

Ìslendsku “strákarnir” skrivaðu sunnudagin enn eina hondbóltssøgn, tá teir fyri aðru ferð innan hálvtannað ár vunnu eitt heiðursmerki

Hondbóltur

Kapparnir í íslendsku søgnunum frá víkingaøld fáa nú skarpan gang. Ìslendska hondbóltslandslið, sum íslendski almenningurin so kærliga nevnir “strákarnir” staðfestu enn einaferð sína støðu í íslendskari søgu leygardagin. Ìsland hevði ein sannan uppvísning í fyrra hálvleiki í bronsudystinum ímóti Póllandi. Teir vóru á odda heili 18-10 í steðginum. Alt mundi kortini rapað í seinna hálvleiki. Pólland fekk bóltarnar inn, og Ìsland fekk bara trý mál tað fyrsta korterið av seinna hálvleiki. Pólski málverjin, Slawomir Szmal tók næstan allar royndirnar, sum komu ímóti pólska málinum.
Ìslendski málverjin bjargaði væl

Men so bjargaði íslendski málverjin, Hreiðar Guðmundsson frá hond, og hann átti sín stóra lut í, at Ìsland tryggjaði sær bronsu. Tað var annars sami Hreiðar Guðmundsson, sum gleið ímóti Eysturríki, og var sekur í, at Eysturríki fekk javnað. Tá Guðjón Valur Sigurðsson skoraði til 29-26 vildi íslendski fagnaðurin ongan enda taka. Talan er um annað heiðursmerki íslendingar vinna í einum endaspæli. Tað fyrra heiðursmerki var OL-silvur í 2008. Aftaná nógvu neiligu umtaluna Ìsland hevur fingið seinasta hálvtannað árið, orsaka av Icesave-málinum og búskaparliga skrædlinum, so kom tað á eitt ógvuliga turt stað at vinna EM-bronsu. Íslendski forsetin, Òlafur Ragnar Grímsson var staddur til bronsudystin í Wiener Stadthalle, og hann skein sum ein sól, tá bronsan var tryggjað. Henda hondbóltssøgnin hevur veruliga lyft íslendsku fólkasálina.