Enn ein heiður til film um grindadráp

Dokumentarfilmurin hjá franska Benjamin Huguet um grindadrápið hevur vunnið enn ein heiður. Í juni varð filmurin heiðraður við virðislønini Sheffield Docs Fest Student Film Award og í fyrradagin fekk filmurin altjóða viðurkenning á IDA, Independent Documentary Awards.

 

Filmurin, The Archipelago, hevur fingið heiðurin David L. Wolper Student Documentary Award sum er ein viðurkenning, sum verður latin filmsskaparum, sum enn eru í lesnaði. 

 

Um filmin segði dómsnevndin, at filmurin gevur eitt rárt, empatiskt innlit í grindadrápið í ljósinum av burðardygd í føroyska samfelagnum.

 

Benjamin Huguet hevur verið í Føroyum fleiri ferðir í samband við upptøkurnar og in.fo gjørdi eina samrøðu við hann seinast, í juni í fjør, sum eisini stóð í Sosialinum.

 

Les eisini Meira enn eitt hvalaveiðusamfelag