Enn ein heiður til Vágs

Gurið Krosslá Augustinussen er kosin ársins fyrimynd í føroyskum ítrótti.

Ársins fyrimynd í føroyskum ítrótti í 2020 var Gurið Krosslá Augustinussen úr VB. Tað er hon kosin á Ítróttafagnaðinum, sum er í Fuglafirði í løtuni.

Gurið Krosslá Augustinussen var tilnevnd saman við Per Mikkelsen frá fótbólti og Malvinus í Gong frá judo.

Gurið Krosslá Augustinussen er virkin sum VB-leikari, men eisini uttanfyri vøllin eitt nú í Faroe Islands Handball Cup, sum fyrr í kvøld varð kosið sum ársins ítróttaátak.

Gurið Krosslá Augustinussen fyllir 40 ár næsta ár, men hon herjar framvegis á.

- So leingi sum man tímur og orkar, og følir at man ikki er langt aftanfyri ungu genturnar, so blívur man við. Tað er eisini við til at halda meg unga, segði hon eftir at hon fekk heiðurin handaðan í kvøld.