Enn ein hassjplantaga avdúkað

Narkodeildin hjá kriminalpolitinum hevur aftur nú avdúkað eina hassjplantagu. Hesaferð var tó talan um eina av teimum smærru plantagunum.

Talan er um eina hassjplantagu við 10-15 plantum, og hendan plantagan er funnin í Havn.

Avdúkingin er liður í einum størri átaki, sum narkopolitiið hevur framt seinastu tíðina.

Umframt planturnar fann narkodeildin eisini ymiskan hassjútbúnað, nakað av turkaðum skunki og eina peningaupphædd.

- Vit hava ikki kraft mannin varðhaldsfongslaðan, tí hann hevur »lagt kortini á borðið«. Vit hava tryggjað prógvini og eru sannførdir um, at eingin annar hevur tilknýtið til málið. Tí er maðurin latin leysur aftur, men er kortini skuldsettur eftir lógini um euforiserandi evnir, verður sagt av narkodeildini hjá kriminalpolitinum.