Enn ein handil til endurnýtslu

Í morgin kl. 14 letur enn ein handil við endurnýtsluvørum upp. Hesaferð er Glyvrar staðurin.
- Alt yvirskotið frá handlinum fer til okkara arbeiði í Afrika, sigur Knud Lindhardsen frá donsku Sudanmissiónini.

Síðani í heyst hevur verið arbeitt við at fyrireika henda fyrsta handilin við endurnýtsluvørum hjá Sudanmissiónini í Føroyum.
Í Danmark hevur henda missiónsrørslan ein hóp av slíkum handlum. Í roynd og veru er hetta handil nr. 79 hjá Sudanmissiónini.
Nú er túrurin so komin til Føroyar, her handilin fer at halda til á Glyvravegi 32 á Glyvrum.
Magnhild Olsen úr Rituvík fer at standa fyri handlinum, saman við einum hópi av sjálvbodnari arbeiðsmegi.
Sum skilst er ætlanin at handilin skal verða opin seinnapart á degi.

Yvirskot til Afrika
Í samband við upplatingina verður eitt minni hátíðarhald í handlinum, har danska missiónsrørslan somuleiðis verður umboðað.
Byrjað verður kl. 13:30 við at sóknarpresturin í økinum, Meinhard Bjartalíð fer at hava eina andakt.
Síðani fær aðalskrivarin í Sudanmissiónini, Jens Møller Petersen orðið og kl. 14 fer so sóknarpresturin alment at lata upp handilin.
Í handlinum verður alt hugsandi at fáa til keyps fyri ein bíligan pening, bæði klæðir, skógvar, glas, porcelæn og mangt annað.
Yvirskotið frá handlinum fer til tað arbeiðið sum Sudanmissiónnin ger í teimum fimm afrikansku londunum – Mali, Nigeria, Sierra Leone, Centralafrika og Cameroun, eins og teir stuðla kristnu sjónvarpsrásini SAT 7, sum sendir til tann arabiska heimin.
Har Sudanmissiónin er við arbeiðir rørslan við at hjálpa fólki við reinum vatni, heilsu, útbúgving, landbúnað, friði og við at røkka fólk við gleðiboðskapinum um Jesus.
Fíggjarætlanin hjá Sudanmissiónini javnvigar við 15 mió krónum, og fær hon eini 40% av hesi upphæddini frá teimum ymisku endurnýtsluhandlunum í Danmark - og nú eisini í Føroyum.

+ logo (Kári hevur eitt)