Enn ein hópgrøv í Irak

Irakska løgreglan hevur funnið eina hópgrøv norðan fyri høvuðsstaðin Bagdad Hópgrøvin, sum er funnin í Diyala-økinum, er tann fjórða, sum er komin undan kavi ta seinastu vikuna. Tilsamans 81 lík lógu í gravunum.

Iraksku myndugleikarnir siga, at allar fýra hópgravirnar eru funnar í shiamuslimskum bygdum, sum hernaðarligir sunnimuslimar høvdu ræðið á fyrr.

Reuters skrivar, at hópgravir koma javnan undan kavi í Irak, so hvørt sum teir amerikonsku og teir iraksku hermenninir fáa eftirlit við økjum, sum teir ikki hava havt ræðið á fyrr.