Enn ein gull medalja til Føroyar

OYL 15: Sára Nysted vann fyri løtu síðani enn eina gull medalju til Føroyar

Føroyar hava akkurát nú vunnið enn eina gull medalju. Tað er Sára Nysted, ið hevur vunnið okkum gull í 200 metrar frísvimjing. Hon endaði fremst við tíðini 2:02:60, meðan Vár Eidesgaard endaði á fimta plássið við tíðini 2:08:06.

 

Hetta er onnur gull medaljan hjá Sáru Nysted. Hon vann eisini kappingina í 400 metrar frísvimjing.

 

Higartil hava Føroyar vunnið tríggjar gull medaljur, tvær silvur og tríggjar bronsu.