Fleyr-ÍF 2-0
(21-13, 21-11,
21-13, 21-17)
Besta boðið upp á ein nýggjan meistara í mansflogbólti, Fleyr, vann enn ein greiðan sigur sunnudagin.
Teir vóru vertir fyri ÍF, ið, sum kunnugt er verandi meistari.
Men gestablídni var ikki nakað, sum kom vertunum úr Havn til hugs, tí teir settu fuglfirðingarnar upp á pláss frá byrjan.
Eingin ivi
Tað var ongantíð nakar ivi um hvat av liðunum fór at fáa sigurin.
Frá byrjan vísti Fleyr tann rætta hugburðin, og tá spælið koyrir eftir vild hjá Fleyr er ikki stuttligt at vera hinumegin netið.
Teir eru ótrúliga drúgvir í sløgunum, og tá stóru menninir frammi við netið fáa blokaduna at rigga, er einki at siga til, um mótstøðuliðini fáa marruna. Steinar og Janus hava verið sera knáir í seinastuni, og eiga sín dygga lut í góðu avrikunum hjá Fleyr seinastu tíðina.
At so hinir leikararnir á liðnum eisini hava spælt væl, hevur bara havt tað við sær, at leikandi venjarin hjá Fleyr, Pascu Romica, ikki hevur verið so nógv leikandi venjari. Hann hevur ikki havt orsøk at fara á vøllin, tí tað er í teimum fægstu tilfeldunum, at tað hevur staðið á.
ÍF má bíða
Hjá ÍF er støðan tann sama, sum hon er hjá kvinnunum hjá TB.
ÍF hevur mist úr betra endanum, men teir skulu eiga tað til rós, at teir royna og at teir ikki hava givið skarvin yvir.
Stríð teirra fer uttan iva at geva avkast, men í fyrsta umfari mugu teir bíða eitt bil.









