Enn ein greiður NSÍ-sigur yvir einum botn-5 liði (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu NSÍ vann 3-0 á AB við Løkin í Runavík, og hoyr høvuðsvenjaran, Glenn Ståhl taka samanum dystin

##med2##

NSÍ dugir væl at spæla dystirnar móti botn-5, og tað var heldur ikki so nógvur slingur í valsinum í kvøld, tá runavíkingar vunnu 3-0 á AB, og fingu hartil eitt eystanstevnusteyp.

Longu í fjórða minutti hevði Klæmint Olsen lagt NSÍ á odda 1-0, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin var NSÍ á odda 2-0. NSÍ burdi og skuldi økt leiðsluna aftaná tað, men tað bíðaðu teir til tríggir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini, tá Petur Knudsen økti til 3-0.

- Tað er stutt millum dystirnar, og tað er nú, tá ið tað er stutt millum dystirnar, at tað er týdningarmikið at geva øllum teimum møguleikan at spæla, sum eru við í kappingini um plássini, sigur Glenn Ståhl í samrøðu við Trónd Arge á FM1.

Glenn Ståhl er sera væl nøgdur við hvussu hart NSÍ legði út í fyrra hálvleiki, men hann heldur, at avrikið í seinna hálvleiki var slakari. Tað nívur Glenn Ståhl, at ov nógvir málmøguleikar vóru brendir. 

Glenn Ståhl sigur seg vera nøgdan at sleppa úr Gundadali við einum stigi, tá NSÍ spælir móti B36 komandi týsdag.

NSÍ er nummar tvey við 16 stigum, tvey stig aftanfyri HB, ið spælir móti Skála á heimavølli í morgin klokkan 17. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum hjá NSÍ.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Glenn Ståhl aftaná dystin.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen. 

(Hoyr málini: NSÍ-AB 3-0, og hoyr samrøðu við Glenn Ståhl)