Tað er ein ørkymlaður Poul Andrias Joensen, vit práta við í morgun.
Enn einaferð hava tey funnið eina fulla og óásetta gassfløsku í køstinum hjá IRF. Og enn einaferð var tað í evstu løtu, at hon varð bjargað undan eldhavinum í ovninum á Hagaleiti, har hon lættliga kundi eksploderað, og ovnurin farið í luftina.
- Dagliga starvast eini 15-20 fólk í besta aldri her, og til tíðir eru vit upp í 50 fólk. Tað liggur alla tíðina í bakhøvdinum á okkum, at ovnurin kann fara í luftina nær sum helst, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.
Funnin av tilvild
Eftir hendingina í síðstu viku, tá ein gassfløska av tilvild kom undan kavi í evstu stund, taka tey ongar kjansir hjá IRF. Alt, sum tey koyra í ovnin, verður slept niður úr grabbaranum einaferð eyka, so vissa fæst fyri, at ongin gassfløska er í dunganum, greiðir Poul Andrias Joensen frá. Og tað var júst soleiðis at ein av arbeiðsmonnunum kom fram á gassfløskuna sunnukvøldið.
Fyrr í ár sprongdist ein trýstfløska í ovninum og gjørdi stóran skaða. Síðan tað hava vit økt upplýsingina, millum annað á heimasíðuni. Men nú tað hendir aftur, er tað púra greitt, at her má okkurt gerast. Vit ætla skjótast gjørligt at finna útav, hvat kann gerast fyri at betra trygdina.
Sera vandamikið
Poul Andrias sigur, at tað er ilt at siga, hvørjar avleiðingarnar høvdu verið, um gassfløskan endaði inni í ovninum.
- Og eg hevði heldur ikki latið tað staðið sína roynd, sigur Poul Andrias, sum júst í hesum døgum er í fer við at kanna, hvussu stóran skaða ein tílík aluminium gassfløska við 26,2 litrum av propangassi hevði gjørt, varð hon slept inn í ovnin.
Men eingin ivi er um, at fólk, sum eru inni í høllini eru í stórum vanda, um ein gassfløska fer í luftina. Og her skulu vit eisini minnast, at tað eru ikki bara starvsfólk, sum koma inn í høllina, men eisini skúlaflokkar og barnagarðar, tá tey arbeiða við ruskinnsavning, sigur Poul Andrias Joensen. Og hann leggur afturat, at hendan seinna fløskan var í væl verri standi enn tann fyrra, helst tí, at hon hevur ligið í dunganum í eina tíð.
- At blaka eina gassfløsku í eina bingju er ikki bara vandamikið, um hon endar í ovninum. Hon er úr tunnum aluminium og liggur og esjar móti øðrum metallum. Tá kann hon fara at leka ella sprongjast í sambandi við, at bingjan verður tømd av einum av okkara bilum. Og tá teir koyra millum hús og handlar, er ikki tespiligt at hugsa, hvat kann henda, brestir gassfløskan.
Hava illgruna til onkran
Spurdur um tey hava varhugan av, hvør hevur blakað gassfløskurnar burtur á hendan ábyrgdarleysa og vandamikla hátt, sigur hann, at tey hava illgruna um, at báðar gassfløskurnar eru komnar inn við somu sending av ruski.
- Vit duga at spora, hvar báðar fløskurnar lógu, áðrenn tær vóru koyrdar inn til ovnin, og vit vita nøkulunda, hvør bilur hevur tømt rusk út á hetta økið hendan ávísa dagin, sigur Poul Andrias Joensen. Og hann greiðir frá, at tey hava sett seg í samband við fólk, sum tey hava illgruna til, og biðið viðkomandi kanna umstøðurnar rundan um eina ávísa bingju.
- Gassfløskan er merkt við nummari, men hetta ger ikki, at tað ber til at spora fløskuna, tí fløskan er av tí slagnum, sum Føroya Gassøla selur til vanligar handlar, ið ikki skráseta, hvør keypir tær. Og tí kann IRF heldur ikki fara víðari við málinum, sigur Poul Andrias Joensen.
Tørvur á herferð
Men hvat heldur Poul Andrias Joensen átti at verið gjørt at forða fyri at slíkt endurtekur seg?
- Vit eru í villareiði nú. Men greitt er, at allar mannagongdir mugu eftirmetast, tí okkurt riggar ikki í skipanini, sum hon er, sigur hann.
Og Poul Andrias greiðir frá, at ein trupulleiki er, at tá størri tiltøk, festivalar og stevnur eru, má nógv gjøllari eftirlit vera við burturkastinum.
- Aðrastaðni er vanligt, at ein ábyrgdarpersónur verður settur at skipa ruskinnsavningina, har nógv fólk eru møtt upp til eitt stórt tiltak. Hetta verður helst eisini eitt krav her framyvir, greiðir Poul Andrias frá.
- Annað, sum vit eiga at gera nógv meira við, er at upplýsa fólk um, hvussu tey skulu handfara rusk. Tað er ein uppløgd uppgáva hjá myndugleikunum at gera eina rættiliga upplýsingarherferð nú hetta er komið fyri so ofta, sigur Poul Andrias, sum heldur tað vera eitt gott hugskot at hava sonevndar rusk-konsulentar, sum taka sær av at upplýsa um burturkast. Og hann leggur afturat, at tey helst framyvir fara at taka stakroyndir í burturkastinum hjá fólki, og um komið verður fram á eitthvørt vandamikið, fær eigarin eina ordans bót.
Fyrr í ár sprongdist ein trýstfløska í ovninum, og gjørdi stóran skaða. Síðan tað hava vit økt upplýsingina, millum annað á heimasíðuni. Men nú tað hendir aftur, er tað púra greitt, at her má okkurt gerast. Og vit ætla skjótast gjørligt at finna útav, hvat kann gerast fyri at betra trygdina, sigur Poul Andrias at enda.