Enn ein góðveðursdagur

Men í næstu viku byrjar kunnu vit vænta regn

Um seinastu veðurforsøgnin hjá donsku veðurstovninum DMI er røtt, kunnu føroyingar njóta enn ein góðan dag við turrum veðri og møguleika fyri sól.

Sunnudag:
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt og sólin sær møguliga. Hitin alt døgnið millum 10 og 15 stig.

Mánadag:
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Fyrst turt og sólin sær, men seinni kemur regn av útsynningi. Hitin alt døgnið millum 8 og 12 stig.

Týsdag:
Gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í løtum regn. Hitin alt døgnið millum 10 og 12 stig.