Enn ein gáva til Krabbameinsfelagið

EAG-Innramming hevur nú gjørt rammu um málningin, sum starvsfólkini í Miðlahúsinum hava latið Krabbameinsfelagnum. Málningurin verður nú seldur á uppboði um eina sms-skipan. Tá Krabbameinsfelagið í vikuni fekk ein málning sum gávu frá starvsfólkunum í Miðlahúsinum, var eingin ramma um málningin.

Men tá Andras Godtfred frætti um málningin, setti hann seg í samband við Jóannes Andreasen, sum er partur av fyrireikingunum í Norðurlandahúsinum til stóra tiltakið í kvøld.

Andras vildi fegin geva Krabbameinsfelagnum eina ókeypis innramming.

Málningurin hevur nú verið hjá EAG-innramming og hevur fingið sína snotuligu rammu.

Krabbameinsfelagið selir nú málningin á uppboði og peningurin, sum kemur inn fyri søluna, fer óskerdur til felagið.

Tey, ið vilja bjóða uppá málningin, kunnu senda sms til nummar 1940, og skriva mal og síðani upphæddina, t.d. mal 1000.