Enn ein gáta, hví Smyril misti bjargingarútgerðina

Skipaeftirlitið skal nú skriva frágreiðing um hendingina og Smyril fær nýggja bjargingarútgerð

Suðuroyarsiglingin

Tað er framvegis ein gáta, hvussu tað kundi bera til, at Smyril misti eina bjargingarstøð í havið í farnu viku á veg úr Suðuroy til Havnar.
Veðrið varð ikki ringt og talan var tí ikki um, at hann hevði fingið ein sjógv.
Bjargingarútgerðin er írsk og ein maður frá virkinum í Írlandi, sum ger útgerðina, hevur verið í Føroyum og kannað málið saman við tveimum eftirlitsmonnum hjá virkinum í Danmark.
Teir báðir danirnir høvdu annars havt eftirlit við støðini 14 dagar fyri óhappið.
Regin Vágadal, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at maðurin frá írska virkinum fer nú til Írlands, har hann skal skriva eina frágreiðing. Frágreiðingin skal so sendast Skipasýninum, sum síðani skrivar eina frágreiðing.
Annars fer Smyril eina nýggja bjargingarstøð úr Írlandi og hon kemur um einar 14 dagar til tríggjar vikur.
Og Regin Vágadal sigur, at hóast Smyril misti hesa einu bjargingarstøðina, er trygdin framvegis í hásæti, tí Smyril hevur framvegis eina bjargingarstøð til yvir 400 fólk, umframt aðra bjargingarútgerð.
Samstundis hevur skiparin ásett, at tað sleppa ikki meiri enn 260 ferðafólk við, soleingi bara ein bjargingarstøð er.