Enn ein fongslaður


Hósdagin varð ein 25 ára gamal maður varðhaldsfongslaður í fýra vikur. Tvær tær fyrstu av hesum skal hann sita avbyrgdur.
Maðurin er skuldsettur fyri at hava smuglað amfetamin til Føroyar í august mánaði í fjør. Maðurin er skuldsettur fyri brot á revsilógina.
Hann er er ein av teimum níggju monnunum, sum varð tikin í tí stóra átakinum móti narkotika í Føroyum, men er tó ikki varðhaldsfongslaður fyrr enn nú.
Annars er einki nýtt at frætta í tí málinum. Løgreglan kannar framvegis málið og savnar prógv móti teimum varðhaldsfongslaðu.