Úr Slagelse verður sagt, at hóttanin móti Vestsjællandcenteret kom í einum telduposti til leiðsluna í handilsmiðdeplinum. Hendan bumbuhóttanin bleiv fráboðað til løgregluna longu klokkan 11.27 føroyska tíð.
Um 12 tíðina føroyska tíð vóru hóttanir settar fram móti Roskilde Lufthavn og Ro’s Torv í Roskilde, og nú beint eftir klokkan tvey føroyska tíð koma fleiri bumbuhóttanir móti støðum bæði í Jyllandi og Fyn. Í Fyn er hóttanin framd móti Odense Universitetshospital.
Sum skilst eru allar hóttanirnar fráboðaðar við telduposti.
Í Vestsjællandcenteret í Slagelse eru bumbuhundar nú komnir á staðið og eru farnir at leita ígjøgnum bygningarnar. Bumbuhundar eru eisini komnir til Ro's Torv í Roskilde.
Sambært løgregluni í Keypmannahavn fekk hon eisini eina bumbuhóttan móti Kastrup Lufthavn, men løgreglan metti hana vera ógrundaða. Onnur støð í Keypmannahavn eru eisini hótt, men løgreglan hevur av ávísum orsøkum ikki tikið hesar hóttanirnar í álvara, sigur hon.
Í løtuni valdar tí nakað av ruðuleika um støðuna, men enn er eingin bumba funnin nakra staðni, ei heldur er nakað komin til skaða enn.