Enn ein finala verður á ólavsøku

Í dag smurdi Argjabáturin Heiðabátin av

Síðsta leygardag á varmakeldu hølvaði Heiðabáturin Argjabátin av í tvíkappingini millum 8-mannaførini.

Í dag hevði Argjabáturin knivin á  barkanum, um tað skuldi eydnast teimum at varðveita FM spenningin inntil á ólavsøku.

Fyri viku síðani sprakk Heiðabáturin avstað, og so megnaði Argjabáturin einki at gera. Í dag var tað Argjabáturin, sum sprakk avstað, og Heiðabáturin megnaði einki at gera.

Nú stendur púra javnt millum hesar báðar bátarnar, og harvið verður á ólavsøku róð kapp um FM heitið.

1Argjabáturin04:44.10  
2Heiðabáturin04:47.03