Enn ein ferjuleið

Kappingin um at flyta ferðafólk ímillum Noreg og Danmark harðnar

Higartil hevur norska reiðaríið Kystlink flutt góðs tvørtur um Skagerak, men nú fer felagið eisini undir ferðafólkaflutning.

Felagið hevur útvegað sær ferjuna "Pride of Telemark", sum skal sigla tvær ferðir um vikuna ímillum Hirtshals og Langesund í Suðurnoregi um summarið. Ferjan hevur bara 300 koyggjur, men hon tekur 1500 ferðafólk og 550 bilar.

Marknaðarleiðarin í Kystlink, Lasse Andersen, sigur við Aftenposten, at reiðaríið ætlar at flyta 200.000 ferðafólk ímillum Danmark og Noreg næsta ár. Tað skal gerast við bíligum ferðaseðlum, samstundis sum tað verður bíligt hjá fólki at keypa umborð.

Siglingin hjá Kystlink fer serliga at geva stóra reiðarínum Color Line kapping, men tað fær kortini ikki reiðaríið at broyta prísirnar í ár, sigur Helge Otto Mathisen, kunningarstjóri hjá Color Line.

Annars hevur Kystlink ikki tey bestu roknskapartølini at vísa á. Felagið er fimm ára gamalt, og roknskapurin fyri 2003 vísti 15 milliónir krónur í halli. Felagið hevur ikki kunngjørt roknskapin fyri 2004 enn, men tað er greitt, at hann vísti eisini hall, skrivar Aftenposten.