Enn ein fantastisk finala

Tvey reyð kort, longd leiktíð og so var H71 steypavinnari hjá dreingjum 16

Dreingir 16

H71 - StÍF 36-31 eftir longda leiktíð (dysturin endaði 28-28 eftir 14-13 í hálvleikinum)

 

Eftir stóra dramatikkin hjá gentum 16, vóru tað dreingirnir undir 16 ár, ið skuldu spæla dagsins seinastu finalu.

 

Henda finalan var millum H71 og StÍF, og strandafólk vóru møtt væl upp í Havn aftur í dag.

Dreingirnir hildu helst at teir vildu hava eins stóran spenning og genturnar, tí liðini skiftust at skjóta mál og so at siga ongantíð var munurin meira enn eitt mál.

 

Serliga var vinstri bakkurin hjá StÍF, Bjarni í Selvindi, eyðsýndur við sjey málum í fyrra hálvleiki, meðan tað hjá H71 var javnari býtt.

Yvirhøvur komu nógv flott mál í báðum endum á fleiri plássum, og áskoðararnir mundu fegnast um at nógvir góðir hondbóltsspælarar eru á veg hjá báðum feløgum.

 

Í hálvleikinum mundi tað eydnast StÍF at javna við beinleiðis fríkasti í seinasta sekundi av fyrra hálvleiki, men tað sprakk í tvørtræið, so at hálvleiksstøðan gjørdist 14-13 til H71.

Seinni hálvleikur byrjaði við rúkandi ferð. Tá ið fimm minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, skeyt Bjarni í Selvindi sítt 11. mál, og javnaði til 17-17. Løtu seinni legði StÍF seg á odda, og tá hoyrdist veruliga hvussu nógvir strandingar vóru í høllini.

 

Við støðuni 24-24, tá ið einir sjey minuttir restaðu í, gjørdist dramatikkurin uppaftur størri. Tá fekk ein H71-leikari beinleiðis reytt kort fyri eina óhepna takkling.

Hetta varð tó ikki revsað, og í staðin kom H71 tvey mál á odda tá ið fýra minuttir restaðu í.

Liðini fóru nú aftur at skiftast um málini, og tað mundi vera dýrt fyri StÍF at fáa eina útvísing tá ið tveir minuttir restaðu í av dystinum.

 

Tá ið júst ein minuttur var eftir bjargaði málverjin hjá StÍF og StÍF fór í álop fyri at javna. Spælt var allan minuttin út, tá ið í seinasta sekundi at StÍF fekk eitt brotskast samstundis sum enn eitt reytt kort fall til H71.

Bólturin var trygt settur í netið hóast stórt trýst frá áskoðarunum, og so kókaði høllin tá ið longda leiktíðin skuldi leikast.

Eins og hjá gentunum skuldi leikast tvær ferðir fimm minuttir eyka og undir øgiligum trýsti og við stórum fagnaði frá áskoðarafjøldini vildu liðini bæði geva sítt besta í seinastu løtunum

Men tað vóru hoyvíkingarnir sum høvdu meira at geva av.

Eftir fyrstu fimm minuttirnar var støðan 32-29 til H71, og endaliga úrslitið gjørdist 36-31 eftir eina ótrúliga steypafinalu, sum bæði liðini kunnu vera errin um at hava spælt.

Sostatt vann H71 triðju finaluna á rað, og fjórða steypið í dag í seinasta dystinum í ársins finaluvikuskiftið