Enn ein føroysk OL-vón

18 ára gamli svimjarin, Frans Johannessen, sum hevur føroysk foreldur og tað mesta av lívinum hevur búð í Esbjerg, liggur av álvara framvið at sleppa til OL í London næsta summar

Tá Pál Joensen á ólavsøku í Shanghai megnaði kravtíðina til OL næsta summar á 1500 metra tein­inum í frísvimjing, mundi fáur vænta annað, enn at Pál fór at gerast einasti føroyingur, sum slapp í olympiska hylin í London at royna seg.
Men nú er møguleiki fyri einum føroyingi aftrat, tí 18 ára gamli Frans Johannessen, sum um eina viku fyllir 19, hevur staðið seg so mikið væl á 200 metra teininum í frísvimjing í eini kapping í Kanada, at hann er væl við í kappingini um eitt olympiskt pláss í olympisku liðkappingini í London næsta summar.
– Hetta var óvæntað, men hevur ordiliga nógv at siga fyri meg, og míni foreldur eru eisini øgiliga errin. Tey skrivaðu um tað á Facebook beinanvegin, greiddi Frans frá í dagblaðnum Jydske Vestkysten, eftir at hann hevði svomið teir 200 metrarnar við góðu tíðini 1.51.18.

Svimjibeiggjar
Frans er sonur Nicolinu og Arant Johannessen í Esbjerg, sum eru ættað úr ávikavist Funningi og Kunoy, og hann hevur saman við familjuni búð í Danmark, síðani hann var tvey ára gamal.
Bæði hann og stóribeiggin, Sørin, sum er eitt ár eldri, hava verið fastir fúsir í svimjifelagnum í Esbjerg, West Swim, tí har byrjaðu teir at svimja longu um fimm ella seks ára aldur.
Teir báðir beiggjarnir hava tó eisini roynt seg í Føroyum, tá teir í 2007 svumu fyri Suðuroyar Svimji­felag. Hetta kom í lag, tí Jón Bjarnason var venjari hjá eldra beiggj­anum eitt skifti.
Frans og Sørin gera nógv við svimjingina og fara mestsum hvønn morgun frá húsum klokkan fimm fyri at venja, og tilsamans verður tað gjarna til einar 28 venjingartímar um vikuna. Um vikuskiftini eru annaðhvørt kappingar ella meira venjing, so hetta er ítróttur, Frans og Sørin gera sera nógv við.
Nú Frans er inni í myndini sum ein av teimum, ið skulu venja fram ímóti olympisku leikunum næsta summar, sleppur hann millum ann­að á venjingarlegu í USA, sum Team Danmark rindar fyri. Síðsta vikuskiftið í mars mánaði verður endaliga greitt, um hann fer allan vegin og telist millum donsku OL-svimjararnar, tá avtornar.